Tíðindi
Ársroknskapur 2023
Betri Banki hevði eitt gott rakstrarúrslit í 2023. Hækkandi rentur og økt útlán síggjast aftur í úrslitinum hjá bankanum fyri 2023. Harumframt var úrslitið av fíggjarligu íløgunum væl betri enn árini frammanundan og vøksturin í útreiðslum var eisini avmarkaður. Tískil gjørdist úrslitið í 2023 munandi betri enn seinastu árini.
Vit lækka fleiri kostnaðir og gera aðrar tænastur ókeypis
Tað er, og hevur altíð verið, ókeypis at hava innlánskontur hjá okkum. Tað er eisini ókeypis at gera flytingar á Netbankanum, og vit hava lækkað kostnaðin fyri skundflytingar úr 10 niður í 2 krónur. Harumframt hava vit lækkað árliga kostnaðin fyri Masterkort úr 250 niður í 200 krónur.
Eitt felag, vit eiga í felag
Tað, sum vit forvinna í krónum og oyrum á hvørjum ári, lata vit sum stuðul til samfelagsgagnlig endamál og sum limakrónur til allar limirnar. Hví? Tí samanhald er grundarlagið undir felagnum. Betri hevur altíð verið eitt felag, vit eiga í felag, so tá ið vit býta út av tí, sum vit forvinna, so er hetta bara ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.