Tíðindi

Banki
Freistir fyri Kristi himmalsferðardag
Hósdagin 29. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagin 30. mai er frídagur hjá donsku peningastovnunum og KT veitaranum hjá okkum. Tí verða ongar bankaflytingar framdar hesar báðar dagarnar.

Betri
83 milliónir til limakrónur og stuðul
Avgerð er tikin um at lata 53 milliónir krónur út til limirnar og 30 milliónir krónur til samfelagsgagnliga stuðulsvirksemið hjá samtakinum.

Eitt felag, vit eiga í felag
Tað, sum vit forvinna í krónum og oyrum á hvørjum ári, lata vit sum stuðul til samfelagsgagnlig endamál og sum limakrónur til allar limirnar. Hví? Tí samanhald er grundarlagið undir felagnum. Betri hevur altíð verið eitt felag, vit eiga í felag, so tá ið vit býta út av tí, sum vit forvinna, so er hetta bara ein ítøkiliggerð av hesum sterka samanhaldi.