• Logga á nettænastu
  » Privat » Tænastuyvirlit » Uppsparingskontur » Framtíðarkonta

Framtíðarkonta

Hvussu sær framtíðin út? Dreymurin um egin hús kann gerast veruleiki, áðrenn tú grunar og útbúgvingin kann gerast dýrari, enn tú grunaði. Legg framtíðina til rættis við framtíðarkontuni!

 

Við framtíðarkontuni ber til at spara upp til tvinni endamál, t.e. bústað og útbúgving, við hægri rentu enn á vanligum uppsparingarkontum, tískil tryggjar tú tær eitt betri byrjunarstøði til bústað og útbúgving. Byrjar tú í góðari tíð, sleppir tú undan at taka ov stórt lán, tá tú skalt seta búgv, ella fert undir útbúgving.

 

Stutt um framtíðarkontuna

Øll kunnu stovna sær eina framtíðarkontu og kunnu seta so nógv tey vilja inn á kontuna, tó verður eyka renta bert tilskrivað innistandandi upp til kr. 500.000. Kontan er ikki tíðarbundin og ert tú 18 ár, ræður tú sjálv/ur yvir, nær kontan skal gerast upp. Tá peningurin verður brúktur til bústað ella útbúgving, kanst tú fáa peningin út uttan varning.

 

Útbúgving

Til ber at taka upp til 50% av innistandandi út, tá ein er undir útbúgving. Tvs. útbúgvingar, sum eru ÚS, ÚSUN og SU góðkendar ella har lærusáttmáli er skrivaður. Sostatt eru miðnámsútbúgvingar ikki umfataðar av hesi skipan.

 

Bústaður

Til ber at brúka allan peningin á framtíðarkontuni til fígging av egnum bústaði. Hetta við at vísa skeyti ella tinglýsta ognarheimild.

 

Tað serliga við framtíðarkontuni er eisini, at tú kanst spara upp til umbygging og umvæling av egnum bústaði; eykarenta verður ikki tilskrivað uppsparing til umvæling og umbygging, tó er høga grundrentan eisini galdandi við hesi uppsparing. Útgjald til umbygging og størri umvælingar fáast við fakturum og kvittanum sum skjalprógv.

 

Rentan

Í løtuni er grundrentan 1,35%. Harafturat gevur innistandandi upp til kr. 100.000 0,75% í eykarentu og innistandandi millum kr. 100.000 og kr. 500.000 gevur 1% í eykarentu. Allir rentusatsir eru broytiligir.

 

Her kanst tú lesa eitt produktblað um framtíðarkontu. Fyri at fáa meira at vita um Framtíðarkontuna, set teg í samband við tín kundaráðgeva.

 

 

 

 

 

Samband

Kundatænastan

Tel  +298 348 000
Fax +298 348 862
kundatanastan@eik.fo


» Sperra kort

Partaeigarar
Tín kjansur at gerast partaeigari!

Visti tú, at tú hevur kjansin at gerast partaeigari í Eik við at trýsta her?

Rokna
Rokna títt bústaðarlán

Her er ein roknimaskina, har tú kanst rokna títt bústaðarlán

Rokna tína eftirløn
Rokna tína eftirløn

Her fært tú skjótt roknað uppá tína eftirlønaruppsparing.

Eftirløn

Tú kanst seta kapital- og lutaeftirlønaruppsparing í virðisbrøv og harvið fáa møguleika til eitt betri avkast.

 

 
Netbankin LimaGreiðslan eTrans LønarPortal
Eik Banki P/F - Yviri við Strond 2 - FO-100 Tórshavn - eik@eik.fo - SWIFT: EIKB FO TF - V-tal: 516244