Ynskir tú hetta slag av korti? Tak niður bíleggingarseðil ella set teg í samband við okkum, og vit vegleiða tær.
Dankort
Dankort
Dankortið er til tín, sum hevur brúk fyri einum gjaldskorti at gjalda og taka pening út við.
Ætlar tú tær út at ferðast, mæla vit tær til at hava tvey kort við á ferðini. Skuldi tað hent seg, at tú misti annað, ella annað kortið av onkrari orsøk ikki riggar, so hevur tú altíð hitt at taka til.
Les meira um kort og at fara út at ferðast.
Tú kanst nýta kortið í føroyskum, donskum og grønlendskum sjálvtøkum, handlum og matstovum.
Dankortið er ómakaleyst at nýta – bæði í frítíðini og gerandisdegnum.
Mynd á kortið
Dankortið fæst eisini við tíni mynd á kortið.
Treytin fyri at fáa eitt Dankort er, at tú ert 18 ár og hevur kontu í Eik. Tó kunnu undantøk gerast við samtykki frá foreldrum við serligum borganarskjali.
Tá tú bíleggur Dankort, verður tú kreditmettur, og ert tú egnaður, verður kortið bílagt.
Tú kanst nýta kortið í føroyskum, donskum og grønlendskum sjálvtøkum, handlum og matstovum.
Í sjálvtøkunum hjá peningastovnum, sum hava SDC sum KT-veitara, kanst tú taka út í mesta lagi 5.000 kr. um dagin. Nýtir tú aðrar sjálvtøkur, kanst tú taka út í mesta lagi 2.000 kr. um dagin.
Størri upphæddir kunnu takast út við kassan í deildum hjá Eik.
Les um brúkarareglur fyri Dankort.
Kostnaður
Dankortið er ókeypis at stovna, tó rindar tú eitt ómaksgjald, tá tú tekur pening út í sjálvtøkum. Kortnýtsla í handlum, á matstovum o.l. er ókeypis.
Sí yvirlit yvir gjaldoyrakursir, sum verða nýttir at umrokna við, tá tú rindar við korti í fremmandum gjaldoyra.
Tosa við kundaráðgevan um, hvør besta kortloysnin er til tín.
Bílegg
Virkja kortið
Her fært tú leiðbeing til at virkja kortið
