| » Íløgur » Telefonsamrøður bandaðar |
Telefonsamrøður við handilsborðið
Eik Banki hevur tikið avgerð um, at frá 14. juli 2009 verða allar telefonsamrøður, ið starvsfólk við handilsborðið hjá Eik Markets hava við kundar um ráðgeving og handil við virðisbrøvum, gjaldoyra v.m., festar á band.
Endamálið við bandfestingini er at tryggja kundar okkara móti møguligum misskiljingum umframt at tryggja, at Eik Markets hevur dokumentatiónina í lagi, tá ið ráðgivið og handlað verður við virðisbrøvum og gjaldoyra.
Dátueftirlitið hevur tikið avgerð um, at tað er í tráð við lógina at festa samrøðurnar á band.
Bandaðu telefonsamrøðurnar verða goymdar í seks ár, og bankin hevur reglur fyri, hvør kann lurta eftir bandfestum telefonsamrøðunum.
.gif)


