• Logga á nettænastu
  » Tíðindi

Myndafrásøgn: Arnfinnur Poulsen heiðraður við Kongaligari medalju

02-07-2010

Arnfinnur Poulsen hevði í gjár, tann 1. juli, 50 ára starvsdag í Eik Banka. Dagurin varð hátíðarhildin við almennari móttøku í Eik, har Arnfinnur Poulsen fekk handað Den Kongelige Belønningsmedalje

 

Nógv fólk vóru møtt upp til móttøkuna at heiðra Arnfinn, og tað var Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka, ið handaði honum Den Kongelige Belønningsmedalje. Medaljan verður givin av Drotning Margrethu fyri 50 ára langa og trúgva tænastu hjá somu privatu fyritøku.

 

Arnfinnur fekk eisini nógv rósandi orð til móttøkuna. Bjarni Olsen, stjóri, segði millum annað í røðu síni, at Arnfinnur er "The grand old man" í Eik. Arnfinnur er álitismaður út í odd og egg. Hann er sera nærlagdur og á sín stillføra hátt útinnir hann dagsins verk.

 

Tann 1. juli 1960 byrjaði Arnfinnur 17 ára gamal í læru í gróthúsinum hjá Sparikassanum í Sverrisgøtu. Tá vóru starvsfólkini 8 í tali og atmosferan heimlig og tøtt, hóast man tá helst segði bæði tygum og nýtti eftirnavn, tá tosað varð við stjóran.

 

Arnfinn hevur í sínum arbeiðslívi uppliva handilsligar og tøkniligar kollveltingar í Eik/Sparikassanum. Lán má sigast at hava verið felagsnevnarin fyri virkisøkið hjá Arnfinni øll hesi fimti árini í Eik. Umframt, at hann hevur luttikið í flestu arbeiðsøkjum í Eik, hevur hann verið útlánsleiðari í fleiri ár og hevur síðan haft ábyrgdina av tinglesingini.

 

Øll árini, hann hevði ábyrgdina av tinglýsingini, var hann fyri nógv starvsfólk ímyndin av trygd og ordan, sum jú er avgerandi eginleikar fyri bankafólk.

 

Tað gongur aftur, at starvsfelagar nevna, at hann er sera fittur og friðaligur at arbeiða saman við. Altíð positivur og útstrálar hjálpsemi, tá nógv er at gera.

 

Sum onkur segði: Betur starvsfelagi finst ikki, tí hann er altíð vinarligur, fyrikomandi og klárur við einari hjálpandi hond, og tað var altíð hann, vit sum næmingar fóru fyrst til, tí vit vistu, at vit vórðu væl móttikin.

 

Og sum ein annar segði: Arnfinn hevur verið ein “behagiligur” og lagaligur samstarvsmaður øll hesi árini – ein rættsinnaður og hollur vinur í viðgongd og mótgongd. Og tað munnu øll samverkafólk taka undir við, hugsi eg.

 

Og ein triði: Arnfinnur er sera lítillátin. Tað var tí ofta ikki fyrr enn hann hevði frí onkrar dagar, at man legði til merkis, hvussu nógv hann arbeiddi. Tá uppdagaði man ofta ymsar uppgávur, sum hann tók sær av í tí stilla. Arnfinnur er dømi uppá eitt starvsfólk, sum arbeiðir nógv í tí stilla, uttan nakað hóvasták.

 

Bjarni Olsen, stjóri, takkar, vegna stjórn og starvsfelagum, Arnfinni Poulsen fyri eitt fantastiskt avrik fyri Føroya Sparikassa og Eik Banka tey farnu 50 árini  

 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kom eisini framvið at heilsa uppá Arnfinn Poulsen

 

Hópin av starvsfeløgum, familju og vinum vóru komin saman at hátíðarhalda dagin saman við Arnfinni 

 

 

  

 

Søt og leskilig lagkøka var at fáa afturvið einum kaffimunni

 

 

Samband

Kundatænastan

Tel  +298 348 000
Fax +298 348 862
kundatanastan@eik.fo


» Sperra kort

Stutt um Eik

Eik er fyrsti peningastovnur í Føroyum, stovnaður í 1832.

 

Afturat móðurfelagnum eru tvey dótturfeløg í samtakinum hjá Eik: Húsameklara-felagið P/F Inni og internetbankin Eik Bank Danmark A/S.

 

Umleið 11.000 partaeigarar í 28 ymiskum londum eiga Eik, sum hevur á leið 330 (2009) fulltíðar starvsfólk í samtaki sínum.

 

Eik Banki
Yviri við Strond 2
FO-100 Tórshavn
 

Tel. +298 348000
Fax +298 348800

eik@eik.fo
 


SWIFT: EIKB FO TF

 

V-tal: 516244

ISIN FO0005702340

 

 

Netbankin LimaGreiðslan eTrans LønarPortal
Eik Banki P/F - Yviri við Strond 2 - FO-100 Tórshavn - eik@eik.fo - SWIFT: EIKB FO TF - V-tal: 516244