• Logga á nettænastu
  » Tíðindi

Stórar broytingar innan bústaðahandil í Føroyum

09-03-2010

Bústaðaprísirnir í høvuðsstaðarøkinum fullu 10 prosent í 4. ársfjórðingi av 2009, meðan prísirnir uttan fyri høvuðsstaðarøkið øktust munandi. Harvið er rættað munandi uppá áhaldandi prísfallið uttan fyri høvuðsstaðarøkið, sum hevur verið í meira enn eitt ár. Fleiri bústaðahandlar eru, og støðugt fleiri raðhús og íbúðir verða keypt og seld

 

- Vit síggja nú nakrar áhugaverdar broytingar í føroyska bústaðahandlinum, ið serliga hava verið í 4. ársfjórðingi av 2009, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka, í viðmerking til nýggjastu uppgerðina yvir bústaðahandlar í Føroyum.

 

Nýggjasta uppgerðin frá Eik vísir m.a., at prísgongdin ber í sær, at meðalprísir á bústøðum í høvuðsstaðarøkinum falla, meðan teir økjast munandi uttan fyri høvuðsstaðarøkið. Harumframt avdúkar uppgerðin fyri 2010, at fleiri bústaðahandlar eru, og at støðugt fleiri raðhús og íbúðir verða keypt og seld.

 

Um bústaðahúsaprísin

Grundarlagið fyri útrokningini av bústaðaprísunum hevur frá byrjan verið handlar við húsum við grundstykki millum 250 og 1000 m2.

 

Endamálið við hesari avmarking hevur verið at halda “óvanligar” handlar uttan fyri meðalprísuppgerðini. Tað er t.d. ringt at samanbera prísin á einum húsi, sum stendur á einari 10.000 m2 stórari trøð, við prísin á einum húsi við einum grundstykki upp á 500 m2.

 

Somuleiðis hevur verið mett, at prísurin á einum húsi ella íbúð, sum hevur eitt grundstykki, ið er minni enn 250 m2, illa kann samaberast við prísin á einum “vanligum” húsum. Út frá somu sjónarmiðum hevur verið roynt at halda handlar millum familjulimir, tvingsilssølur o.a. uttan fyri uppgerðina.

 

Royndirnar við hesum uppgerðarhátti eru, at uppgerðin gevur eina rímuliga rættvísandi mynd av gongdini í meðalprísunum á bústaðamarknaðinum. Hinvegin skal sjálvur meðalprísurin nýtast við fyrivarni, tí bústaðir eru sera ymiskir, og har finst tískil ikki nakar typiskur bústaðaprísur.

 

Grundað á hesi sjónarmið heldur Eik Banki fram at gera gongdina í bústaðaprísunum upp út frá handlum við húsum við grundstykki millum 250 og 1000 m2.

 

Broytingar í og uttan fyri høvuðsstaðin

Í talvuni niðanfyri síggjast meðalprísirnir í 4. ársfjórðingi 2009 og %-broytingarnar í mun til undanfarna ársfjórðingin og undanfarna árið.

 

Sum tað sæst, fellur meðalprísurin í høvuðsstaðarøkinum við 10% frá 3. til 4. ársfjórðing, meðan meðalprísurin uttan fyri høvuðsstaðarøkið økist munandi: 24% í størri bygdum og 40% í minni bygdum.

 

 

Meðaprísur

fyri 4. ársfjórðing

2009

(Kr.)

Broyting  

3. ársfj. 2009

- 4. ársfj. 2009

(%)

Meðalprísur

 fyri  árið 2009

 

(Kr.)

Broyting

2008 – 2009

 

(%)

Tórshavn:

1.852.500

 -10%

2.051.702

-6%

Størri bygdir:

   1.077.619

+24%

965.607

-13%

Smærri bygdir:

   911.061

 +40%

862.214

-19%

 

*) Meðalprísuppgerðin er grundað á bústaðahandlar, har grundstykkið er millum 250 og 1000 m2.

 

Stórar prísbroytingar

Talan eru um rættiliga stórar broytingar í meðalprísunum.

 

Viðvíkjandi høvuðsstaðarøkinum er metingin hjá Eik, at uppgerðin er rættvísandi, hóast hon bert er grundað á 10 handlar við húsum við grundstykki millum 250 m2 og 1000 m2.

 

Viðvíkjandi stóra prísvøksturin uttan fyri høvuðsstaðin er metingin lutvíst, at vøksturin í ávísan mun kann vera íkomin, tí príslegan av onkrari orsøk var komin heldur langt niður teir undanfarnu fýra ársfjórðingarnar, og lutvíst at lutfalsliga nógv nýggir og dýrir bústaðir eru við í uppgerðini fyri 4. ársfjórðing.

 

 

Sveiggini frá ársfjórðing til ársfjórðing eru ofta rættiliga stór, bæði tí talið av handlum, sum uppgerðirnar tá grunda seg á, er rættiliga lágt, og tí bústaðaprísirnir í ávísan mun skifta nakað við árstíðini.

 

Tí kann vera rímiligt at meta um prísgongdina út frá meðalprísunum fyri alt árið, heldur enn fyri ársfjórðingarnar sær. Av talvuni omanfyri sæst, at ársmeðalprísurin í høvuðsstaðarøkinum frá 2008 til 2009 er fallin 6%, í størri bygdum 13% og í smærri bygdum 19%.

 

Nógv raðhús og íbúðir í handli

Rættiliga nógv raðhús og íbúðir eru bygd seinastu árini, serliga í høvuðsstaðarøkinum. Tí gevur ein uppgerð av talinum av bústaðahandlum, sum bert grundar seg á handlar við húsum við grundstykki millum 250 m2 og 1000 m2, ikki eina fullfíggjaða mynd av talinum av  handlum á føroyska bústaðamarknaðinum.

 

Fyri at geva eina meira rættvísandi mynd av gongdini í handilsvirkseminum verða frameftir handlar við bústøðum við grundstykki minni enn 250 m2 tiknir við í uppgerðina av talinum av handlum.

 

Sjálv prísgongdin verður tó framhaldandi grundað á handlar við húsum, har grundstykkið er millum 250 og 1000 m2.

 

 

Talva: tal av handlum við húsum, har grundstykkið er undir 1000 m2.

 

  Bústaðir við grund-stykki millum 250 og 1000 m2*) 

  Bústaðir  við grundstykki minni enn 250 m2 

 Samanlagt **)

Ársfjórðingur

 Føroyar

 Tórshavn

 Føroyar

 Tórshavn

 Føroyar

 Tórshavn

2008/1

           74

          21

         26

          20

        100

            41

2008/2

           61

          14

         37

          29

          98