| » Tíðindi |
PBS ávarar móti KT-tjóvum
08-03-2010
KT-tjóvar senda í hesum døgum fólki teldupost við PBS sum avsendara, har biðið verður um kontunr o.a. Fólk verða biðin um ikki at lata hesar teldupostar upp og enn minni svara teimum
Hevur tú fingið ein teldupost um, at onkur trupulleiki er við tíni kontu, og at tú av trygdarávum verður biðin um at útfylla viðlagt oyðublað við navni og kontuupplýsingum, er best ikki at svara teldupostinum.
Um illa vil til, og tú longu hevur givið KT-tjóvunum hesar upplýsingar, mælir PBS til, at tú skjótast gjørligt setir teg í samband við bankan og biður um, at kortið verður sperrað.
PBS ger annars vart við, at tað ikki er vanlig mannagongd at senda fólki teldupost viðvíkjandi kontum, kortum, loynitali osfr.
Les meira á heimasíðuni hjá PBS
Eik er fyrsti peningastovnur í Føroyum, stovnaður í 1832.
Afturat móðurfelagnum eru tvey dótturfeløg í samtakinum hjá Eik: Húsameklara-felagið P/F Inni og internetbankin Eik Bank Danmark A/S.
Umleið 11.000 partaeigarar í 28 ymiskum londum eiga Eik, sum hevur á leið 330 (2009) fulltíðar starvsfólk í samtaki sínum.
Eik Banki
Yviri við Strond 2
FO-100 Tórshavn
Tel. +298 348000
Fax +298 348800
eik@eik.fo
SWIFT: EIKB FO TF
V-tal: 516244
ISIN FO0005702340
.gif)


