• Logga á nettænastu
  » Tíðindi

Søgur um Føroyskar Søgur í Sjónvarpinum

10-03-2010

Hóskvøldið byrjar ein sendingarøð í Sjónvarpinum, har søgur verða sagdar um Føroya mest forkunnugu og fólksligu filmsverkætlan, Føroyskar Søgur, ið Eik Grunnurin hevur fíggjað

 

Gamlir filmar í rúgvuvís. Uni L. Hansen fer í kvøld í sending í Sjónvarpinum at siga frá søgum um Føroyskar Søgur

 

 

Hóskvøldið 11. mars er fyrsta sendingin í einari røð í Sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, har farið verður aftur um nakrar av søgunum, ið eru partur av filmsverkætlanini "Føroyskar Søgur".

 

"Føroyskar Søgur" eru savnaðar saman í tvær DVD-fløgur. Talan er um film, sum føroyingar og útlendingar sjálvir hava filmað, ið dokumenterað lívið í Føroyum seinastu 100 árini.

 

Eik Grunnurin fíggjaði hesa verkætlanina.

 

Í fyrstu sendingini fer Uni L. Hansen, ið var samskipari í verkætlanini "Føroyskar Søgur" at greiða frá Ejner Nyrum, sum eigur eina av filmsfrásøgnunum í Føroyskum Søgum. Hesin maðurin var við hin tiltikna D-dagin, tá sameindu herliðini undir Seinna Veraldarbardaga gjørdu innrás í Normandínum í Fraklandi og byrjaðu at gera enda á Hitler-týsklandi.

 

Sendingin er á skrá hóskvøld kl. 19.30.

 

Les nógv meira:

 

Eik-síður um Føroyskar Søgur

 

Samband

Kundatænastan

Tel  +298 348 000
Fax +298 348 862
kundatanastan@eik.fo


» Sperra kort

Stutt um Eik

Eik er fyrsti peningastovnur í Føroyum, stovnaður í 1832.

 

Afturat móðurfelagnum eru tvey dótturfeløg í samtakinum hjá Eik: Húsameklara-felagið P/F Inni og internetbankin Eik Bank Danmark A/S.

 

Umleið 11.000 partaeigarar í 28 ymiskum londum eiga Eik, sum hevur á leið 330 (2009) fulltíðar starvsfólk í samtaki sínum.

 

Eik Banki
Yviri við Strond 2
FO-100 Tórshavn
 

Tel. +298 348000
Fax +298 348800

eik@eik.fo
 


SWIFT: EIKB FO TF

 

V-tal: 516244

ISIN FO0005702340

 

 

Netbankin LimaGreiðslan eTrans LønarPortal
Eik Banki P/F - Yviri við Strond 2 - FO-100 Tórshavn - eik@eik.fo - SWIFT: EIKB FO TF - V-tal: 516244