| » Tíðindi |
Partabrøv í Bakkafrost
09-03-2010
Í tíðarskeiðinum 8.-23. mars 2010 kl. 13.00 ber til at tekna partabrøv í Bakkafrost. Kunning, tekningarskjal, prospekt og faldari eru her
Bakkafrost skal eftir ætlan skrásetast á Oslo Børs 26. mars, og í tí sambandi verða partabrøv boðin út í einum almennum útboði í Føroyum og Norra og einum altjóða útboði til stovnsligar íleggjarar.
Boðin verða út samanlagt í mesta lagi 22.395.271 og í minsta lagi 18.399.752 partabrøv áljóðandi 1 DKK (danskar krónur).
Sølukursurin verður væntandi millum 27 og 31 NOK (norskar krónur) fyri hvørt partabræv. Kurslegan er vegleiðandi. Endaligi kursurin, sum verður staðfestur í eini sonevndari "book-building" tilgongd, verður væntandi almannakunngjørdur umvegis Oslo Børs í seinasta lagi 24. mars 2010.
Sølutíðarskeiðið er byrjað og heldur fram til 23. mars 2010 kl. 13.00 fyri minni íleggjarar og kl. 16.30 fyri stovnsligar íleggjarar. Væntandi byrjar handilin við partabrøvunum á Oslo Bors við frámerkinum BAKKA tann 26. mars 2010.
Um eftirspurningurin eftir partabrøvum er hægri enn talið av partabrøvum, ið eru til sølu, kunnu móttikin boð verða skerd í tillutanini. Føroyingar, ið seta seg fyri partabrøv í almenna útboðnum fyri minni íleggjarar, fáa tó framíhjárætt. Minni íleggjarar eru tey, ið tekna millum 500 og 40.000 partabrøv.
Tekningarskjalið niðanfyri skal nýtast, um tú ynskir at koma við einum bindandi ynski um at tekna partabrøv í Bakkafrost.
Tekningarskalið skal útfyllast og undirskrivast og vera Eik í hendi í seinasta lagi 23. mars 2010 kl. 13.00. Tekningarskjalið kann latast inn á eina av deildunum hjá Eik. Eisini ber til at senda tekningarskjalið til fax nr. 348 861 ella við telduposti til dealer@eik.fo
Hjáløgd eru eisini prospektið hjá Bakkafrost í sambandi við børsskrásetingina og ein faldari, ið eisini er sendur í hvørt hús í landinum.
Tak niður:
» Prospekt
» Faldara
Eik er fyrsti peningastovnur í Føroyum, stovnaður í 1832.
Afturat móðurfelagnum eru tvey dótturfeløg í samtakinum hjá Eik: Húsameklara-felagið P/F Inni og internetbankin Eik Bank Danmark A/S.
Umleið 11.000 partaeigarar í 28 ymiskum londum eiga Eik, sum hevur á leið 330 (2009) fulltíðar starvsfólk í samtaki sínum.
Eik Banki
Yviri við Strond 2
FO-100 Tórshavn
Tel. +298 348000
Fax +298 348800
eik@eik.fo
SWIFT: EIKB FO TF
V-tal: 516244
ISIN FO0005702340
.gif)


