• Logga á nettænastu
  » Investment Banking

Investment Banking

Tað er ein stór avgerð at keypa ella selja eina fyritøku. Nær er rætta løtan, og hvussu bert tú teg at?
 
Eik Investment Banking hevur stórt netverk og setur seg, tína vegna, í samband við møguligar keyparar ella seljarar í Føroyum og uttanlands. Saman við tær gera vit í Eik Investment Banking ein fullfíggjaðan keyps- ella søluleist.
 
Vit ráðgeva ídnaðarfyritøkum, flutningsfyritøkum, handilsfyritøkum, smásølum og heilsølum o.s.fr. Starvsfólkini í Eik Investment Banking arbeiða í trúnaði saman við eini røð av fyritøkum, íleggjarum og íverksetarum í Føroyum og uttanlands.
 
Eik Investment Banking ráðgevur eisini eigarum, sum hava fingið eitt boð uppá fyritøku sína.

Stutt og greitt: Eik Investment Banking er serfrøðin, tá ið tað snýr seg um at handla fyritøkur.

 

Kundar
Okkara kundar eru vanliga hesir:                                          

  • Fyritøkur, ið ynskja at keypa aðra fyritøku ella at leggja saman við aðrari fyritøku
  • Privatir íleggjarar, sum ynskja at keypa fyritøku
  • Íløgufeløg, ið ynskja at keypa ella selja fyritøku
  • Eigarar av fyritøkum, ið ynskja at selja
  • Samtøk, ið ynskja at selja eitt dótturfelag ella eina deild
Samband

Kundatænastan

Tel  +298 348 000
Fax +298 348 862
kundatanastan@eik.fo


» Sperra kort

Set eftirlønina í virðisbrøv

Tú kanst seta kapital- og lutaeftirlønaruppsparing í virðisbrøv og harvið fáa møguleika til eitt betri avkast.

Tak niður

Tak niður ymisk oyðibløð og skjøl at taka niður, t.d. goymslutreytir, handilstreytir o.a.

Garanti Invest

Garanti Invest

Fylg við gongdini á garanteraðum virðisbrøvum

Slóðir

Slóðir

Vitja heimasíður um íløgur v.m.

 

 

 

 

Netbankin LimaGreiðslan eTrans LønarPortal
Eik Banki P/F - Yviri við Strond 2 - FO-100 Tórshavn - eik@eik.fo - SWIFT: EIKB FO TF - V-tal: 516244