• Logga á nettænastu
  » Íløgur » Skattaviðurskifti

Skattaviðurskifti

Í Føroyum eru rentuinntøkur, kursvinningur, kurstap og vinningsbýti skattliga javnsett. Kapitalvinningur hjá feløgum verður skattaður við 18 prosentum, meðan kapitalvinningur hjá persónum verður skattaður við 39 prosentum í 2010, 38 prosentum í 2011, 37 prosentum í 2012, 36 prosentum í 2013 og 35 prosentum í 2014 og fylgjandi ár. 

Tey skattligu viðurskiftini eru ásett í kapitalvinningsskattalógini, ið hevur virknað fyri vinning og tap, sum eru staðfest 16. november 2001 ella seinni. Eisini hevur lógin virknað fyri rentuinntøkur, sum eru tilskrivaðar og fyri vinningsbýti, ið er útlutað 16. november 2001 ella seinni.

Serligar skiftisreglur hava verið galdandi fyri skatting av vinningi ella tapi av virðisbrøvum, ið eru útvegað fyri 16. november 2001. Hesar skiftisreglur eru nú broyttar, so skattingin av virðisbrøvum útvegað áðrenn ella aftan á 16. november 2001 er hin sama.

Skattskyldugur vinningur av partabrøvum, ið eru fevnd av skiftisreglunum, og sum verður staðfestur 1. januar 2007 ella seinni, verður roknaður út frá muninum millum søluprísin og virðið, sum partabrøvini hava 31. desember 2006.

Tú kanst draga rentuútreiðslur frá í positivum kapitalvinningi. Tó er tað ein treyt, at rentuútreislurnar stava frá lántøku í sambandi við keyp av virðisbrøvum. Hevur tú ongan postivan kapitalvinning at mótrokna við, er møguleiki at flyta rentuútreiðslurnar fram tey næstu fylgjandi fimm árini.

Allir føroyingar við kapitalinntøkum skulu lata inn eina kapitalvinningssjálvuppgávu. Reglurnar um innlating av kapitalvinningssjálvuppgávu eru tillagaðar soleiðis, at um tú sum skattgjaldari fært forprentaða sjálvuppgávu, og forprentaðu upplýsingarnar eru rættar og fullfíggjaðar, so nýtist tær ikki at lata inn sjálvuppgávu.

Kapitalvinningssjálvuppgáva við vegleiðing, kann heintast á heimsíðuni hjá TAKS.


» S42 Kapitalvinningssjálvuppgáva-persónar (word 631Kb)
» S43 Kapitalvinningssjálvuppgáva-feløg (pdf 29Kb)

Meira fæst at vita um hesi viðurskifti hjá TAKS.

Eftirlønaruppsparing óskattað í uppsparingartíðini
Eftirlønaruppsparing, t.e. kapital- og lutaeftirlønaruppsparing, verður ikki skattað samsvarandi kapitalvinningsskattalógini.

Rentuinntøkur og vinningur av virðisbrøvum, ið eru útvegað sum liður í einari eftirlønaruppsparing, verður ikki skattað í uppsparingartíðini, og tí skal eingin kapitalvinningssjálvuppgáva latast inn til TAKS.

Fá meira at vita hjá TAKS.

Samband

Kundatænastan

Tel  +298 348 000
Fax +298 348 862
kundatanastan@eik.fo


» Sperra kort

Set eftirlønina í virðisbrøv

Tú kanst seta kapital- og lutaeftirlønaruppsparing í virðisbrøv og harvið fáa møguleika til eitt betri avkast.

Tak niður

Tak niður ymisk oyðibløð og skjøl at taka niður, t.d. goymslutreytir, handilstreytir o.a.

Garanti Invest

Garanti Invest

Fylg við gongdini á garanteraðum virðisbrøvum

Slóðir

Slóðir

Vitja heimasíður um íløgur v.m.

 

 

 

 

Netbankin LimaGreiðslan eTrans LønarPortal
Eik Banki P/F - Yviri við Strond 2 - FO-100 Tórshavn - eik@eik.fo - SWIFT: EIKB FO TF - V-tal: 516244