• Logga á nettænastu
  » Privat » Út at ferðast

Tvey kort gera munin á ferðini

Fá tær tvey ymisk gjaldskort við í taskuna, tá tú fert uttanlands at ferðast. Kort nummar tvey kann tryggja tær, at upplivingin gerst góð

 

Ger tær sjálvum eina tænastu, og tak tvey ymisk gjaldskort við, tá tú fert út at ferðast í summar.

 

Tað er altíð skilagott at hava tvey kort við út at ferðast. Óansæð um tú fert til Danmarkar við familjuni, á fjakkaraferð í Miðeystri ella á shoppingferð í London. Skuldi tað hent seg, at tú misti annað, ella annað kortið av onkrari orsøk ikki riggar, so hevur tú altíð hitt í bakhondini.

 

Sera skilagott við tveimum kortum

Vilt tú verða vís/ur í altíð at hava pening til taks á ferðini, er tað eitt gott hugskot at hava eitt eyka Mastercard ella eitt Visa Electron kort afturat tínum vanliga gjaldskorti. Av trygdarávum hevur PBS sett eitt nýtsluhámark á 20.000 kr. um mánaðin á FR/Visa-kort, og skuldi tú rokkið hetta hámark á ferðini, er skilagott at hava eitt eyka kort við.

 

Royn at gjalda við korti, tá ið tú keypur í handlum ella etur á matstøðum, heldur enn at taka pening út í sjálvtøkum í útlandinum. Tað kostar minimum 30 kr. hvørja ferð, tú tekur pening út í eini sjálvtøku uttanlands. Hinvegin er ókeypis at gjalda við korti.

 

Ansa væl eftir kortinum

Halt eyga við kortinum. Lat ikki tænaran ella handilsfólkið fara í eitt rúm aftanfyri við kortinum. Hevur tú fleiri kort við á ferðini, er týðandi at goyma kort á tveimum støðum. So er t.d. møguleiki fyri, at tú ikki missur bæði kortini í senn.

 

Um tú ert so óheppin at missa eitt kort burtur á ferðini, er best at ringja til Eik alt fyri eitt á tel. 348000, soleiðis at vit kunnu sperra kortið.

 

Uttan fyri okkara upplatingartíðir kanst tú ringja til PBS á tel. +45 44 89 29 29.

 

Tak Eik við á ferðina

Við Netcafé ber altíð til at logga á Netbankan á eini teldu við internetsambandi, óansæð hvar tú ert í verðini.

 

Fyri at fáa hetta at rigga, skalt tú melda til NetCaféina á tí telduni, har tú vanliga brúkar Netbankan, áðrenn tú fert í feriu. Hetta gert tú við at fara inn á Netbankan > Umsiting > Lykil til NetCafe - Melda til.

 

Tá ið tú hevur meldað til, fert tú á aðrari teldu inn á www.eik.fo > Logga á nettænastu > Netbankin. Tá ið tú innritar í Netbankan, velur tú "Lykil til fartelefon" og skrivar brúkaranummar og loynital. Minst til at skriva skrásetingarnr. 9181 inn framman fyri brúkaranummar. Tá ið tú gert flytingar o.a. verður tú biðin um at innrita undirskriftarmerki, og síðani fært tú eina smskotu á tína fartelefon, sum skal inntøppast, fyri at kunna fremja flytingina. 

 

Á henda hátt kanst tú avgreiða øll tíni peningaviðurskifti allastaðni í heiminum.

 

Góða ferð!

 

Les meira um ymisku kortsløgini.

 

 

 

Samband

Kundatænastan

Tel  +298 348 000
Fax +298 348 862
kundatanastan@eik.fo


» Sperra kort

Partaeigarar
Tín kjansur at gerast partaeigari!

Visti tú, at tú hevur kjansin at gerast partaeigari í Eik við at trýsta her?

Rokna
Rokna títt bústaðarlán

Her er ein roknimaskina, har tú kanst rokna títt bústaðarlán

Rokna tína eftirløn
Rokna tína eftirløn

Her fært tú skjótt roknað uppá tína eftirlønaruppsparing.

Eftirløn

Tú kanst seta kapital- og lutaeftirlønaruppsparing í virðisbrøv og harvið fáa møguleika til eitt betri avkast.

 

 
Netbankin LimaGreiðslan eTrans LønarPortal
Eik Banki P/F - Yviri við Strond 2 - FO-100 Tórshavn - eik@eik.fo - SWIFT: EIKB FO TF - V-tal: 516244